Malmö FF vann meistaraheitið - Jens Berthel og IFK Göteborg yvirlivdu

Malmö FF vann avgerandi dystin móti Elfsborg aftaná nógv áskoðararok

Í dag var seinasta leikumfarið í bestu svensku fótbóltsdeildini - Allsvenskuni - leikt.

 

Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at undan seinasta umfarin møttust Malmö FF við 61 stigum og Elfsborg við 64 stigum í Malmö.

 

Elfsborg tryggjaði sær meistaraheitið við javnleiki ella sigri, meðan Malmö FF gjørdist meistari við betri málmuni um teir vunnu dystin.

 

Tað eydnaðist Malmö at vinna dystin 1-0 við einum sigursmáli Isaac Kiese Thelin skoraði upp á brotsspark í 57. minutti.

 

Hetta er 26. ferð, at Malmö FF vinnur svenska meistaraheitið.

 

Tíverri var áskoðararok orsøk til, at dysturin var útsettur ein heilan tíma. Í øllum rokinum við rómverjaljósum o.ø. vóru nakrir áskoðarar løstaðir og endaðu á sjúkrahúsinum.

 

Gamli HB-venjarin, Jens Berthel Askou megnaði akkurát at bjarga gamla stórfelagnum, IFK Göteborg undan at skula spæla tveir Play Off dystir móti Utsikten úr næstbestu deildini at spæla um rættin at vera verandi í Allsvenskuni komandi kappingarár. 

 

IFK Göteborg endaði eitt stig frammanfyri Brommapojkarna. IFK endaði fjórðaftast við 34 stigum. IFK vann ein alt avgerandi 2-1 sigur á Varberg á útivølli í dag.

 

Tá Jens Berthel Askou kom til IFK í summar lógu teir undir niðurflytingarstrikuni, men í dag feira tey í IFK bjargingina. 

 

Síðst í hinari øldini var IFK fremst í svenskum fótbólti við nógvum meistaraheitum og luttøku í Champions League bólkaspælinum. Í 1982 og 1987 vunnu teir UEFA Cup kappingina. Men í hesari øldini hevur verið longri millum stóru sigrarnar. 

 

BK Häcken sum KÍ varpaði út úr Champions League undankappingini endaði á einum triðja plássi í Allsvenskuni.