Málmanslegenda eftirlýst í Týsklandi

Málmaður við flest dystum í Bundesliguni er vorðin heimleysur.

Í heili trý áratíggjur var Eike Immel ímillum teir bestu málverjarnar í týsku Bundesliguni. Við skiftinum frá Borussia Dortmund til VfB Stuttgart í 1986 gjørdist hann tá dýrasti spælarin í týsku fótbóltssøguni, tá ið VfB Stuttgart mátti leggja tvær milliónir markar á borðið fyri hann.


Hann hevur vunnið Bundesliguna við VfB Stuttgart og EM við Vesturtýsklandi, og hann er harumframt tann málverjin, sum hevur flestar dystir á baki í Bundesliguni. Seinastu tvey árini av yrkisleiðini spældi hann við Manchester City.


Eftir at hann gavst sum fótbóltsleikari í 1997 hevur gerandisdagur hansara tó tikið eina keðiliga vend. Týskla blaðið Die Welt skrivar, at hann persónliga er farin á húsagang, er heimleysur og í løtuni er eftirlýstur av týsku løgregluni.


Peninganeyðin sigst vera íkomin av hansara tokka til dýrar bilar og at spæla um pengar. Í 2005 segði hann seg ikki vera føran fyri at gjalda ta skuldina, ið hann skyldar fyrrverandi konu síni, og at hann tískil var farin á húsagang.


Týska løgreglan sóknast í hesum døgum eftir nú 54 ára gamla Eike Immel, sum ikki er møttur í rættinum í málum um skuld og fyri at hava kokain uppi á sær. Die Welt hevur fingið upplýst, at hann seinastu tíðina hevur búð hjá ymiskum vinmonnum fyri at fáa tak yvir høvdið.


Í 2005 var Eike Immel partur av venjaratoyminum hjá Christoph Daum í turkiska Fenerbahce, men síðani hann í 2008 luttók í reality-sjónvarpsrøðini “Ich bin ein Star – Holt mich hier raus!” hevur lítið og einki verið at sæð til fyrrverandi vesturtýska landsliðsmálverjan.