Tað er møguleiki fyri at síggja Champions League dystin í kvøld millum Malmø FF og HB beinleiðis á netinum. Svenskir miðlar skriva annars, at 18-ára gamli Teitur Gestson skal standa í mál á fyrsta sinni fyri HB.
Bæði Malmø og HB eru meistarar frá í fjør, sum í ár eru í trupulleikum. Hvørki av teimum liggur væl fyri í landskappingini í hesum kappingarárinum. Men trýsti er størri á svensku meistarinum, sum hava vunnið svenska meistaraheitið 16 ferðir.
Liðið, sum um aldarskiftið seldi ein ávísan Zlatan Ibrahimovic til Ajax fyri 70 milliónir krónur, er stórfavorittur. Sydsevnskan.se skrivar, at Malmø FF, sum í ár bara hevur skotið 16 mál í 16 dystum, fer at byrjan inni við trimum framherjum. Tað eru greið tekin um, at teir ætla sær at vinna dystin í kvøld, so teir koma til Føroyar við einum góðum útgangsstøði.
Sama blaðið skrivar, at tað verður 18-ára gamli Teitur Gestson, ið skal verja málið hjá HB í kvøld. Hann skifti fyrr í summar aftur til føroyskan fótbólt, eftir at hava spælt niðri.
Sydsvenskan.se fer at senda dystin beinleiðis á netinum. Tað kostar 139 svenskar krónur(112 danskar krónur) at síggja dystin, sum byrjar klokkan 18:00 í kvøld.