Hýruvognsførarin gevur okkum taskurnar og peikar upp ímóti hvíta húsinum - tað er har, vit skulu búgva.
Meðan vit bíða eftir at sleppa inn á kamarið, sita vit uttandura í svørtu sofunum við hvør sínum glasi av cava!
Gentan handan diskin kemur og gevur okkum lykilin og greiður frá, at hetta hotellið var fyri 20 árum síðani kent fyri sínar villu grísaveitslir. Hotellið var slitið, og at gestirnir hoppaðu (!) frá balkongini niður í svimjihylin var ikki óvanligt.
Nú er broyting komin í. Hotellið er sum nógv onnur á Mallorca ein partur av einari politiskari ætlan at minka um ferðavinnuna og fáa eitt annað slag av ferðafólki til oynna. 2001 var steðgur settur fyri allari bygging av hotellum, og einasti háttur at fáa hendur á einum hotelli var at keypa eitt gamalt 2-3 stjørnað og byggja um til 4-5 stjørnað. Og tað er júst eitt slíkt hotell, vit skulu búgva á.
Tað kann tykjast sum eitt luksusproblem at hava ov nógv ferðafólk, men 12 milliónir um árið á einari oyggj sum er 3640 m2 (umleið tríggjar ferðir so stór sum Føroyar) er alt ov nógv í longdini.
So tí klappaðu øll, tá ið ferðafólktalið minkaði til 10 milliónir, har tað nú hevur ligið í nøkur ár.
Niðan í fjøllini
Vit avgera at fara inn í gamla býarpartin í Palma at eta fyrsta kvøldið. Matstovurnar liggja á rað eftir tí trongu gøtuni, og vit velja Ribello - eitt frálíkt val skuldi tað vísa seg at vera.
Matstovuánarin tipsar okkum um at fara ein túr niðan í mallorkinsku fjøllini dagin eftir.
Vit leiga ein lítlan Fiat og seta stavn ímóti kunstnarabýnum Deija. Vegirnir eru smalir og krókutir, so tað ber ikki til at koyra skjótt - men tað vilja vit ei heldur, eftirsum útsýnið er so fantastiska vakurt.
Deija er ein lítil býur, har millum annað Frederic Chopin búði part av sínum lívi, og nú eru tað Hollywoodstjørnur sum Michael Douglas, Annie Lennox og Claudia Shiffer, sum hava hús í Deija.
Vit síggja ongan av teimum, men nógv annað vakurt, tá vit spáka runt.
Um ein skal búgva í Deija, er tað hotellið La Recidencia, sum er mest "posh" - tað er maðurin handan Virgin Records og Virgin Atlantic - Richard Branson, sum eigur.
Triðja dagin vit eru í Mallorca eru vit rættuliga siðbundin ferðafólk. Vit liggja á strondini, shoppa og náa eitt sindur av sightseeing.
Palma er sum ein lítil stórbýur við øllum tí, ein vil finna í einum rættum stórbýi. Kendasta bygnaðarverkið er katedralurin frá 1300-talinum. Fleiri kendir listamenn hava bygt partar av katedralinum, millum annað Antoni Gaudí.
Sponsku keturnar Zara, Mango og Desigual eru sjálvandi at finna í Palma. Prísirnir eru eitt sindur lægri enn í Danmark, men ikki so lágir sum ein vildi haft teir at verið.
Allastaðni í býnum eru nógvar kaffistovur, har ein kann hvíla beinini aftaná ein shoppingtúr.
Vit keypa hvør sín kjóla, ein frá Desigual og ein frá Mango. Tann triða keypur eitt vakurt hálsband inni hjá Zara.
Passaliga heitt
Í maj, tá vit vitja Mallorca, eru tað umleið 25 hitastig. Rættuliga deiligt, um ein vil liggja á strondini, men eitt sindur ov kalt at svimja, eftirsum havið bert er eini 18-20 stig.
Besta tíðin at vitja Mallorca er um summarið, men í juli-august kann tað gerast rættuliga heitt við upp ímóti 35 hitastigum.
Tað ljóðar kanska sum at Mallorca er vorðið eitt sindur snobbut - og jú eitt sindur fleiri snobbar eru nokk at finna her nú enn fyri 20 árum síðani. Men vil ein heldur hoyra plask í svimjihylin enn proppin frá einari sjampagnufløsku eru økini Palma Nova og Magaluf enn charterstøð.
Vit takka fyri okkum eftir tríggjar dagar og flúgva heim sólbrendar og við nýggjari orku.
****
Flúgv til Barcelona og tak ferjuna til Mallorca.
Nú Atlantsflog er farið at flúgva til Barcelona um summarið liggur væl fyri at vera nakrar dagar í Barcelona og nakrar í Mallorca. Fleiri reiðarí sigla ímillum, og túrurin tekur seks tímar og kostar umleið 400 krónur.
Ferjuterminalarnir liggja væl fyri, og tað er bara at spáka frá Las Ramblas til terminalin, um hugurin er til tess.
Reiðaríini, sum sigla hesar túrar, eita Baleària og Acciona. Bóka á www.directferries.com.
****
Fakta um Mallorca
Innbúgvar: 862.000
Tíðarmunur: Ein tími (sum í Danmark)
Mál: Spanskt og katalanskt
Stødd: 3640 m2