Føroyingauppgerð var í Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag, har Bryne tók ímóti liðnum Mikkjal Thomassen venur, Fredrikstad á heimavølli.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson byrjaðu inni fyri Bryne, og Jóannes Bjartalíð kom á vøllin tá 55 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0, men tað var Bryne sum hevði munandi fleiri royndir á málið. Royndir á mál siga 7-2 til Bryne.
Fredrikstad eru ósigraðir aftaná fyrstu fimm umførini, ið hava givið tveir sigrar og tríggjar javnleikir. Fredrikstad er triðfremst í deildini við níggju stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Ranheim sum hevur 10 stig.
Bryne er nummar átta í deildini við seks stigum.
Meinhard E. Olsen spældi allan dystin tá lið hansara, Mjøndalen á útivølli vann fyrsta dystin í næstbestu deildini hetta kappingarárið.
Mjøndalen vann 3-2 á Jerv. Kristian Lien legði Mjøndalen á odda í yvirtíðina í fyrra hálvleiki. Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki javnaði Jerv við einum sjálvmáli, og tá 75 minuttir vóru farnir legði Jerv seg á odda 2-1.
Men teir í Mjøndalen ressaðust skjótt. Bert tveir minuttir seinni javnaði Sander Bratvold til 2-2. Tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Bryne brotsspark. Kristian Lien tók brotssparkið, málverjin hjá Jerv bjargaði, men Kristian Lien var skjótur á returinum og beindi bóltin í netið til 3-2, og nú kunnu teir í Mjøndalen fegnast um ein kærkomnan sigur.
Komandi leygardag spælir Bryne á útivølli móti Kristiansund. Sama dag hevur Mjøndalen heimadyst móti Oslo KFUM.
Komandi sunnudag tekur Fredrikstad móti Skeid á heimavølli. Fredrikstad hevur enn ikki vunnið á heimavølli hetta kappingarárið. Tveir teir fyrstu dystirnir á heimavølli eru endaðir við javnleiki.