Malla Magnussen 80 ár

Sunnudagin 29. mars verður Malla Magnussen í Havn 80 ár.

Malla er úr Havn, dóttir Rasminu og Alolf Kjærbo, vanliga nevndur Addaba.


Malla er best kend fyri at duga væl at kokkast, bæði sum sjálvstøðug og saman við øðrum. Hon hevur staðið fyri matgerðini á mongum veitslum sum t.d. í Klubbanum í Havn og við almennar vitjanir hjá Ríkisumboðnum.


Hon er eisini kend sum ein ið altíð er í góðum lag og hevur lætt við at samskifta við øll fólk. Hóast lutfalsliga høga aldurin er Malla enn virkin og kemur nógv út millum fólk, bæði í Frelsunarherinum og Tilhaldinum.


Malla giftist Hákun Magnussen úr Húsavík. Tey búsettust við Traðarvegin í Havn og fingu fimm børn: Lina, Gullborg, Magnus, Eirikur og Sólrun. Hákun andaðist í 2004, 77 ára gamal.


Umframt børnini eigur Malla 16 ommubørn og 9 langommubørn, sum hon gongur høgt uppí.


Tey, ið ynskja at heilsa uppá Mallu, eru hjartaliga vælkomin í Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb sunnudagin millum kl. 10 og 14.



-red