Tann 23. juli 1902 varð Malla Jacobsen borin í heim úti í Svínoy. Mamma Mallu, Amalia Olsen, var ættað úr Svínoy og pápi hennara, Poul Hansen, var úr Nornastovu í Mikladali. Í 1931 giftist Malla við Edvardi Jacobsen, sum eisini var ættaður úr Svínoy. Malla, sum alt sítt lív hevur búð í Svínoy, sigur at henni ongantíð hevur longst burtur av oynni.
Malla og Edvard fingu 4 synir. Teir eru, Bjarni, Helgi, Atli og Ingi.
Tá Malla fylti 100 ár í fjør segði hon eitt nú soleiðis:
- Eg havi havt eitt gott lív, og eg havi ongantíð verið kedd av lívinum, men nú gleði eg meg at koma heim - ongantíð ov skjótt. Eg veit, at tá eg komi heim, fari eg at síggja Jesus fyrst.
Malla sigur, at hon sum smágenta varð vakt av Guds orði, og at hon kom at kenna Harran sum sín persónliga frelsara sum blaðung genta. Frá ungum av, ynskti Malla, at hon kundi vera nakað fyri tey, sum komu til Svínoyar at boða Guds orð.
Mánadagin seinnapartin vóru vit og heilsaðu uppá Mallu. Vit spurdu hana, hvat hon sigur, nú hon ikki er sloppin heim enn.
Skemtingarsom, sum altíð, var Malla kvik at svara, at Gud mundi ikki hava funnið nakran avloysara fyri hana enn.
Vit ynskja Mallu og øllum hennara hjartaliga tillukku á føðingardegnum.










