Malk de Koijn á G!

G! Festivalurin avdúkar í morgun øll tey 11 nøvnini, ið fara á pall í Grundini, høvuðsnavnið er donsku Malk de Koijn

G! Festivalurin avdúkar í morgun øll tey 11 nøvnini, ið fara á pall í Grundini, høvuðsnavnið er donsku Malk de Koijn, meðan grikski Palov, týski Fantastic Mr Fox, bretski Alpha Steppa og føroyski Brynjolfur eisini eru millum nøvnini á skránni í ár.

 

Hip hop legendurnar úr Malk de Koijn hava 21 ár á baki, og vera taldir millum slóðararnar í donskum hip hop. M.a. vekir teirra serligi háttur at nýta danska málið ans. Orðaspælið hjá teimum trimum rapparunum er so mikið gandakent, at samstundis, sum tú ikki skilur nógv av tí teir siga, so skilur tú væl, hvat teir meina.

 

Malk de Koijn varð valdur til ársins live bólk á Danish Music Awards í 2012 og teirra útgáva 'Toback To The Fromtime' frá 2011 varð vald at vera besta útgáva í áratíggju av lesarunum hjá Politikken.

 

Malk de Koijn spæla hóskvøldið á G!, og aftaná konsertina verður Grundin umskapað til ein elektroniskan pall, har DJ's úr Føroyum, Danmark, Týsklandi, Grikkalandi og Bretlandi spæla til veitslu.

 

Tey 11 nøvnini, ið spæla í Grundini í ár eru:

 

Malk de Koijn (DK)

Fantastic Mr Fox (DE)

DJ BUDA úr Lulu Rouge (DK)

Palov (GRE)

Alpha Steppa (UK)

Brynjolfur

Neuph! (DK)

Fred (UK)

Elektrosatan (DK)

Rólant

Broseph Stalin

 

Grundin er elektroniski pallurin hjá G! Festivalinum. Í ár er tað Rasmus Borðoy, sum stendur fyri Grundini.

G! Festivalurin í ár er hin trettandi í røðini. Hann verður hildin dagarnar 17., 18. og 19. juli. Tú kanst finna fleiri upplýsingar um Grundina og restina av ársins G! Festivali á heimasíðuni www.gfestival.fo