Málini frá 18 umfari

Video: Her ber til at síggja málini frá 18 umfari í Effo-deildini

Mánakvøldið spældu Víkingur og EB/Streymur seinasta dystin í 18. umfari í EFFO-deildini. Og tað man vera langt síðani, at so fá mál eru skotin í einum og sama umfari í fremstu deildini hjá monnum.


Niðanfyri ber til at síggja tey seks málini, ið vórðu gjørd farna umfar, umframt bjargingina hjá Tórði Thomsen, tá Klæmint A. Olsen royndi seg úr ellivu metrum.

 

Tað er Fótbóltssambandið, ið hevur lagt upptøkurnar út.