Málingahandilin havt góða byrjan

Í ein mánaða hevur Málingahandilin verið opin í R.C Effersøesgøtu. Alex Hentze, stjóri, greiðir frá, at flytingin hevur eydnast væl. Staðsetingin er góð, bara 90 metrar frá sms. Handilin letur upp longu klokkan 8 á morgni, so at málarameistarar kunnu avgreiða síni ørindi og fara til verka beinanvegin.

 

Millum merkini sum Málingahandilin seldur eru dygdarmerkini Nordsjö og Pinotex. Nordsjö varð stovnað í Malmø í Svøríki í 1903 og verður framvegis framleitt í Malmø. Pinotex er uttandura máling, sum føroyingar hava brúkt í 50 ár.

 

Málingahandilin selur máling at nýta úti og inni og máling til serlig endamál. Eisini selur Málingahandilin glasvevnað og glasfilt, sum verða sett upp á veggirnar og geva eitt vakurt úrslit, tí tey styrkja og javna veggirnar. 

 

Starvsfólkini í Málingahandlinum hava øll drúgvar royndir við at selja máling. Tey leggja stóran dent á at veita eina góða tænastu.

 

Nú summari nærkast vónar stjórin í Málingahandlinum, at vit fáa nógvar sólskinsdagar, so fólk fáa høvið at mála úti. Málingahandilin hevur stórt lagur við uttanduramáling, og góðveðursdagar merkist, at fólk brellast eftir at mála húsini.  

 

Tá fólk skulu velja sær lit til húsini uttandura, velja tey serliga klassisku litirnar; hvítt, svart og reytt. Seinastu árini er myrkablátt og myrkagrátt eisini vorið væl umtókt.

 

Innandura er lættari og bíligari at vera skapandi og í løtuni er tað væl dámt at nýta dustgrønar litir.