Málið um Skálaberg fyri rættin í vikuni

JFK Trol krevja 10 milliónir frá Fiskimálaráðnum

Tað var í novembur í 2009, at russiskir myndugleikar løgdu hald á Skálaberg og førdu hann inn til Murmansk. JFK Trol fekk eina bót upp á 5 milliónir krónur í Murmansk, fyri manglandi fiskiloyvi og yvirfisking. Endin varð, at JFK Trol rindaði bótina fyri at fáa Skálaberg heim aftur.

 

Hetta kom stak illa við hjá reiðarínum, av tí at Skálaberg var um at verða seldur. Hann skuldi handast nýggjum japanskum eigarunum mitt í desembur mánaða, men tá lá hann enn afturhildin í Murmansk. JFK Trol hava ført fram, at hendingin í Murmansk seinkaði søluni og noyddi reiðaríið at góðtaka ein lægri prís fyri Skálaberg, enn teir annars vildu fingið.

 

JFK Trol og Fiskimálaráðið hava síðani verið ósamd um, hvør hevur ábyrgdina av, at Skálaberg varð tikin og afturhildin. JFK Trol vilja verða við, at trupulleikin stóðst av, at Fiskimálaráðið ikki hevði kunnað russiskar myndugleikar um, at Skálaberg skuldi fiska av kvotuni hjá Sundaberg og teir hava tí stevnt Fiskimálaráðnum eftir einum endurgjaldskravið áljóðandi 10 milliónir. Hetta er fyri russisku bótina, fyri mista fiskitíð, fyri útreiðslur í samband við at fáa manningina heim og fyri mista inntøku í samband við søluna av Skálaberg.

 

Fyrireikandi rættarfundur í málinum verður 29. august.

 

Skálaberg er síðani seldur til Íslands.