Málið um Sammøður: Eru til reiðar at seta avtaluna í samgonguni til viks

Felagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy hevur samtykt, at tinglimir floksins eiga at atkvøða eftir síni sannføring

Í málinum um sammøður, eiga tinglimir fyri Sambandsflokkin at sleppa at atkvøða eftir síni sannføring. Tað hevur Føroya Væl, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy Samtykt.

 

Felagið hevði fund fríggjakvøldið og har varð staðfest, at í etiskum málum hevur tað verið ein long siðvenja, at tinglimir eru frítt stillaðir at velja eftir síni egnu sannføring.

 

Í eini fráboðan í dag sigur felagið, at hendan siðvenjan hevur verið vird í áramál. Og í málinum um sammøður eiga tinglimir eisini at verða fríttstillað at atkvøða eftir síni egnu sannføring, og teir skulu ikki trýstast av sínum egnu floksfeløgum og samgongufeløgum at atkvøða nakað ávíst.

 

Og verður tað neyðugt eigur avtalan í samgonguskjalinum at verða sett til viks, staðfestur veljarafelagið. Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan skal vera samd um tey mál, sum verða sett í verk.

 

Samstundis leggur veljarafelagið dent á, at  Sambandsflokkurin eigur at hava eina skipan sum tryggjar, at okkara eykavaldu sleppa framat á Fólkatingi ella Løgtingi, tá ein møguleiki er til tess.

 

– Tað, sum hendi í síðstu viku, at ein løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum setti seg á báðar sessirnar er átaluvert, og eigur ikki at koma fyri, sigur Føroya Væl. Tey sipa til, at Helgi Abrahamsen hevur tikið sæti á Fólkatingi, men læt ikki varakvinnuna, Eyðdis Hartmann Niclasen. fáa sæti á Løgtingi. Hon staðfesti eisini, at hon hevði atkvøtt fyri málinum um samkynd.

 

– Sambandsflokkurin eigur at vera ein meira modernaður flokkur, sum dregur til sín ungfólk og annars gevur pláss fyri ymiskum sjónarmiðum og virðum, ið avspeglar tíðina vit liva í, sigur Føroya Væl.