Málið um Pidda er liðugt

Nú er punktum sett í málinum um Dánjal Petur Hansen, sum hvarv fyri næstan trimum árum síðani, sigur Jón Klein Olsen

Málið um Pidda er liðugt!

Tað staðfestir Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Fyri lítlari løtu síðani komu boðini um, at beinagrindin, sum ein frítíðarkavari fann út fyri Ljósá, er av Dánjal Peturi Hansen, vanliga nevndur Piddi, í hvarv fyri næstan trimum árum síðani.

 

Les eisini: Líkið av Pidda funnið

 

Hann sigur í stuttari viðmerking, at nú fer løgreglan sjálvandi at hyggja eftir um nakrir leysir endar eru í málinum.

 

Men hann sigur annars, at hetta gevur ikki løgregluni høvi til at taka málið upp aftur.

Ein maður varð ákærdur fyri at hava tikið lívið at Pidda og fyri at hava beint fyri líkinum.

- Dómur er sagdur í tí málinum og tað er avgreitt og liðugt. Tað, sum hevur manglað, er at líkið varð burturbeint og hevur verið horvið síðani.

- Men nú er punktum sett fyri tí við tað, at líkið er afturfunnið, sigur Jon Klein Olsen.

 

Hann sigur, at tað ber ikki til at siga um líkið hevur ligið har alla tíðina, ella um tað er ført hagar við streyminum.

 

Jón Klein Olsen sigur, at nú kemur líkið heimaftur og verður latið teimum avvarðandi hjá Pidda, so at hann kann verða jarðaður.