Málið um Christian í Grótinum útsett

Málið um Christian í Grótinum skuldi havt verið fyri rættin í Hetlandi 9. desember, men er fyribils útsett.

 

Málið um Christian í Grótinum skuldi havt verið fyri rættin í Hetlandi fyrst í hesum mánaðinum. Boð komu tó úr Hetlandi, at málið er fyribils útsett til komandi ár.

 

Í november varð hald lagt á trolarin, Christian í Grótinum í hetlendskum sjógvi. Upprunaliga varð væntað, at trolarin hevði fiskað innanfyri loyvda sjómarki, men seinni gjørdist greitt, at ákærurnar hjá hetlendsku myndugleikunum snúðu seg um viðgerðina av fiskinum umborð.

 

Myndugleikarnir vildu vera við, at manningin á Christian í Grótinum varð sek í tveimum lógarbrotum við støði í einari ES-kunngerð. Fyrra brotið nakað við kemiska viðgerð av fiskinum at gera - og hitt seinna, at fiskurin ikki verður frystur heilur.

Avgjørt varð tá, at málið skuldi koma fyri rættin í Hetlandi 9. desember, og at trolarin kundi sleppa aftur til Føroya móti gjaldi 200.000 krónur. Eyðun Rasmussen sigur í dag, at málið er útsett.

 

- Vit hava fingið ein teldupost sendandi, sum sigur, at málið kemur ikki fyri rættin fyrr enn komandi ár. So vit vita einki enn. Tey søgdu okkurt um, at sakførarin mátti útseta vegna sjúku, sigur Eyðun Rasmussen, stjóri fyri reiðaríi, sum eigur Christian í Grótinum.