Tað var fegin og stoltur FSF forseti, ið tók ímóti landsliðnum í Vágum. Christian Andreasen helt eina stutta røðu á flogvøllinum, har rósti liðnum fyri tað góða spælið teir hava víst seinastu dystirnar.
Hoyr røðuna hjá Christiani Andreasen til móttøkuna hjá landsliðum í vágunum við at trýsta á pílin undir myndini
- Tað byrjaði móti Italia, vit sóu tað móti Svøriki, Týsklandi og seinast móti Ungarn. Vit eru bara blivnir betri og betri, segði forsetin í Fótbóltssambandinum, áðrenn hann kom við stóra framtíðar málinum.
Øll ferðafrásøgnin verður at hoyra fríggjadagin á Rás2
- Nú er málið at røkka EM endaspælinum í 2020, segði Chrstian Andreasen at enda, meðan áskoðararnir jublaðu.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum millum Grikkaland og Føroyar
Sjálvur var Christian Andreasen ikki við á ferðini. Hann var staddur við Gjógv, har hann einsamallur hugdi eftir dystinum.
- Eg sat púra einsamallur norðuri við Gjógv og hugdi. Eg hevði ikki tær stóru vónirnar undan dystinum, men sum dysturin gekk so bleiv eg bara meira og meira spentur. Tað var næstan ikki til at halda út móti endanum av dystinum, greiðir Christian Andreasen frá. Forsetin er eisini fegin um mátan vit vunnu uppá.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Gleðisprátini úr Grikkalandi
- Eg eri ovfarin av hvussu væl okkara spældu. Hvussu væl skipaði okkara álop vóru og at vit kunnu leypa á við seks og sjey spælarum. Tað er nakað nýtt, sum vit ikki hava sæð fyrr, sigur forsetin og leggur afturat:
- Eg eri imponeraður av spælarunum og hetta er vegurin fram, sigur Christian Andreasen at enda.
Les eisini: Lars: Hetta er tað størsta hjá mær
Nú hevur hann so kasta ein stóran bólt í luftina. Vit hava sett okkum eitt nýtt mál. Vit skulu við til EM endaspælið 2020. Tað er kanska ein ov stórur biti, men tað er altíð gott við góðum og greiðum málum.










