Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í finska høvuðsstaðnum Helsingfors og Jurmala, sum liggur dygst frá lettiska høvuðsstaðnum Riga.
Í báðum førum er føroyskt lið partur av uppgerð í nýggju Conference League kappingini.
NSÍ er at spæla ímóti FC Honka Espoo, sum í kvøld fer at spæla á vøllinum hjá HJK Helsinki í finska høvuðsstaðnum Helsingfors.
KÍ fer at spæla ímóti RFS, sum í kvøld eigur heimavøll á Sloka vøllinum í Jurmala. Hetta er ikki vøllurin, har RFS plagar at spæla í heimligu landskappingini. Orsøkin, til at felagið í kvøld spælir á øðrum vølli enn vanliga heimavøllinum, er, at vanligi heimavøllurin ikki lýkur UEFA krøvini í sambandi við altjóða dystir.
Felags fyri KÍ og NSÍ, at tey um eina viku skulu spæla á heimavølli. KÍ fer fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla altjóða dyst í Klaksvík, og NSÍ fer at spæla á Svangaskarði. Vøllurin í Runavík lýkur ikki krøvini at hýsa altjóða dystum.
Setningurin bæði hjá NSÍ í Finnlandi og KÍ í Lettlandi verður seinnapartin at megna úrslit, sum ber við sær, at tað framvegis verður spenningur um samantalda úrslitið og harvið møguleikan av vinna seg víðari í kappingini, tá ið heimadystirnir um eina viku vera á skrá.
Petur Knudsen er farin úr NSÍ og til Danmarkar og Lyngby at royna seg. Tað er greitt, at Tórður Thomsen framvegis er so illa darvaður av knæskaða, at hann ikki er førur fyri at verja NSÍ málið í dag.
Hjá KÍ er Jóannes Bjartalíð ikki í ferðalagnum í Lettlandi.
Televarpið vísir dystin hjá KÍ á R2.










