Málfagnaður, steyparómur og glaðir vinnarar

Tróndur Arge og Thomas Juul S. Thomsen gjørdu fleiri prát á Rás2, aftaná finalan í kappingini um løgmanssteypið millum EB/Streym og Vìking var liðug, har Tróndur og Thomas Juul prátaðu við bæði vinnarar og taparar.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra bæði málini í dystinum, metingarnar hjá Símuni Samuelsen, sum var viðmerkjari til dystin, umframt prátini Tróndur og Thomas Juul gjørdu við venjarar, spælarar og leiðarar aftaná dystin. Í ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan, tá spælararnir hjá Víkingi fingu steyp og heiðurskrónir.