Malena vil sleppa á Old Trafford

Vit hava tikið eitt summarprát við Malenu Josephsen, sum hevur vunnið føroyameistaraheitið í fótbólti við KÍ síðstu seks árini

Navn: Malena Josephsen

Bústaður: Klaksvík

Aldur: 30

Starv: Eg arbeiði sum sølukvinna á Com-data

Frítíðarítriv: Fótbóltur 


Nær fært tú summarfrí í ár? 

Frítíðin verður løgd til rættis eftir ítróttinum, so tað verður helst í august, at eg fari í summarfrí, tí tá skulu vit spæla Evropa Cup fótbólt við KÍ. 


Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? 

Eg ætli mær uttanlands við fótbóltinum. Ella tað kann eisini vera, at kappingin verður í Klaksvík, men tað verður í øllum førum við fótbóltinum, at eg fari at halda summarfrí. 


Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið?

Vit hava verið rættiliga hepnar, tí vit hava vunnið meistaraheitið tey síðstu seks árini. Hetta hevur gjørt, at vit hava havt møguleika at spæla Evropa Cup fótbólt við KÍ, so tí havi eg verið uttanlands tey síðstu árini. 


Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið?

Nei, slett ikki. Eg eri mest norðuri í Klaksvík. 


Hvat er títt dreymaferðamál?

Eg hevði viljað sloppið á Old Trafford at hugt eftir fótbólti. Kanska eftir einum dysti ímillum Manchester United og Liverpool.