Malena ársins verjuspælari

KÍ liðformaðurin Malena Josephsen er í kvøld kosin at vera besti verjuspælari í kvinnukappingini.

-At tað júst skuldi verða hesin heiðurin, sum eg fekk, kom eitt sindur óvæntað, tí eg havi spælt meiri á miðvøllinum enn í verjuni, men tey, sum hava gjørt hetta av, munnu hava hildið meg verið betri í verjupartinum enn í framrættaða partinum, segði Malena Josephsen.