Malena Josephsen: Hetta er stórt!

(Ljóðsamrøða) Ein fegin Malena Josephsen vil ikki taka dagar millum teir 15 FM árgangirnar hjá KÍ-kvinnum

Fyri løtu síðani fekk in.fo/Rás2 orðið á Malenu Josephsen, sum saman við Rannvá B. Andreasen hevur verið við til at vunnið øll 15 FM-heitini hjá kvinnum fyri KÌ, árini 2000 til 2014. Talan er um suverent evropamet, norðurlendskt met, og sjálvandi føroyskt met, sum tær hava endurnýggjað hvørt ár, síðani 2005. Helst er talan um heimsmet eisini.

 

Føroyska metið í bestu mansdeildini eigur KÍ eisini. 66-liðið vann fimm ferðir á rað millum 1966 og 1970.

 

Malena vil ikki taka dagar millum teir 15 árgangirnar hjá KÍ-kvinnunum, sum hava vunnið øll hesi FM-heitini á rað. Hon heldur, at tað hevur verið líka stuttligt hvørja ferð. Malena heldur, at tað eru heldur fólk í Klaksvík, sum hava gingið spent og kyk um metið hjá teimum. Men Malena staðfestir tó: - Hetta er stórt!

 

Sjálv ætlar Malena at halda fram við at spæla, og fer framvegis at læra frá sær til tær yngru á liðnum. Á seinasti leikdegi 18. oktober fara KÍ og Klaksvíkar kommuna at gera nógv burturúr, har ætlanin er at savna allar tær, sum hava verið við til av vinna hesi 15 føroyameistaraheitini síðani 2000.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við metkvinnuna Malenu Josephsen. 

 

Myndin er lánt frá Malenu, sum hevur markerað metið á sínari facebook-vangamynd við fimtan gullheiðurskrónum.

 

Miðlahúsið ynskir KÍ tillukku við tí flotta metinum.