Malena besti verjuleikarin

Malena Josephsen er aftur í ár Ársins verjuleikari

Malena Josephsen er aftur í ár Ársins verjuleikari. Hon er um nøkur von at vinna steyp, men kortini fegnaðist hon almikið um heiðurin.


- Hetta er bara gott. Eg havi eitt gott lið frammanfyri og eina góða kvinnu aftrat mær í Báru Skaale Klakkstein, so hetta eiga vit allar samlar, segði hon, tá hon fekk heiðurin handaðan.


Malena Josephsen vann heiðurin frammanfyri liðfelagan Báru Klakkstein og Liljan av Fløtum.