Malena bíðar enn eftir hjálp

SAMSÝNING Eg eri kedd og vónbrotin sigur Malena Arnholdsdóttir á Skála. Fyri fýra mánaðum síðani lovaði Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum, at loysa ein álvarsaman trupulleika beinanvegin, men enn er einki hent

- Eg eri kedd og eg eri vónbrotin. Og eg føli meg tóma.
Malena Arnholdsdóttir á Skála hevur bíða í næstan fimm ár eftir at fáa hjálp. Og fyri fýra mánaðum síðani lovaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at finna eina loysn beinanvegin, men enn er einki hent.
Malena Arnholdsdóttir hevurein son, sum er rættiliga illa fyri.
Tann 13. desember skrivaði Sosialurin, at sonurin Malenu Arnholdsdóttir, sum er 29 ára gamal, er so mikið illa fyri, at tað er einki stovnspláss, sum hóskar til hansara.
Fyri fimm árum síðani gjørdi Malena Arnholdsdóttir tískil av at fara úr arbeiði fyri at kunna vera heima hjá soninum, sum krevur, at fólk er um hann alla tíðina.
Men av tí, at sonurin, Ólavur Eliassen, er ímillum 18 og 67 ár, fær Malena Arnholdsdóttir onga fíggjarligan stuðul fyri at vera heima og ansa soninum.
Sostatt hevur 61 ára gamla Malena Arnholdsdóttir, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og kliniskur vegleiðari, onga lønarinntøku – og heldur onki eftirlønargjald fingið hesi fimm árini.
- Eg havi roynt allar møguleikar, men eg fái bara at vita, at tað er eingin heimild at geva mær nakra fíggjarliga hjálp, tí Ólavur er millum 18 og 67 ár, segði hon við Sosialin tann 13. desember.
Ólavur Eliassen hevur Tuberøsa Sklerosu. Tað eru smáir knyklar, sum serliga eru í heilanum og sum gera, at hann er illa sjúkur av epilepsi. Knyklarnir, og ringu krampaherðindunum, hava gjørt hann menningartarnaðan.
Hann fær heilivág fyri epilepsi, men tað vísir seg vera ógjørligt at finna nakran heilivág, sum kann forða fyri herðindunum.
Tað er staðfest, at Ólavur hevur tørv á, at fólk er um hann 24 tímar um døgnið.
Reglurnar siga, at foreldur bara fáa mista arbeiðsinntøku at ansa børnum við serligum tørvi, til tey eru 18 ár. Sama dag, sum tey fylla 18, dettur alt endurgjald fyri inntøkumiss burtur, eisini hóast tørvurin er júst tann sami.
Inntøkumissur kann eisini fáast, um tú ansar óhjálpnum fólki, ið eru eldri enn 67 ár. Ella um talan er um álvarsama sjúku, sum tó ikki er varandi til dømis krabbamein.
Men ansar tú fólki, ið eru millum 18-67 ár, sum hava varandi sjúku ella brek, fæst ongin fíggjarlig hjálp frá Almannaverkinum.
- Í løtuni eru fleiri føroyingar í klemmu í hesi undarligu reglugerðini, og í Almannaverkinum fáa tey einki gjørt, tí teimum manglar eina lógarheimild at hjálpa hesum fólkunum, skrivaði Sosialurin 13. desember.
- Eg haldi tað vera undarligt, at tey vildu senda hann á ein stovn, sum ikki var hóskandi, og sum kostar umleið eina millión árliga. Ella at tey kunnu seta stuðlar til hansara, sum fáa tímaløn fyri at vera um hann. Men tá hvørki av hesum bera til fulla tíð – og eg tískil má taka mær av honum, kann eg ikki fáa eina krónu av hjálp, tí hann ikki er ímillum 18 og 67 ár, segði hon við Sosialin.

Loysast skjótt
Sosialurin tosaði eisini við Anniku Olsen tann 13. desember í fjør. Tá ið staðfesti hon, at støðan er ikki nøktandi og at hon var sinnað at broyta lógina.
- At broyta hetta við aldursmarkinum á 18-67 ár er ovarliga á mínum raðfestingarlista. Stendur tað til mín, verður tað broytt innan stutta tíð, segði hon við Sosialin tann 13. desember.
Hon væntaði ikki, at tað fór at eydnast í 2013, men ”helst fyrst í komandi ári” sum hon málbar seg.
Altso skuldi lógin helst verða broytt fyrst í hesum árinum.
Hon vísti eisini á, at tað valdaðist politiskur vilji at neyðugu pengarnir verða játtaðir.
Men eg ivist hon ikki í, legði hon afturat.
- Tað er jú fólkaflokspolitikkur, at pengarnir skulu fylgja brúkaranum, uttan mun til, hvar hann er. So eg kann ikki ímynda mær, at hetta fer at taka langa tíð at avgreiða, segði
Annika Olsen fyri jól.

Kedd og ørkymlað
Men enn er einki hent!
- Eg eri kedd og føli meg hildnan fyri spott, sigur Malena Arnholdsdóttir í dag.
Hon skilir ikki, hví Almannaverkið er sinnað at rinda einum pedagogi fulla løn og eftirløn fyri at ansa Ólavi á einum stovni.
Men samstundis kann peningurin ikki fylgja Ólavi so at hon kann fáa løn og eftirløn fyri at vera um hann heima.
Hóast røktarviðbótin verður hækkað, soleiðis sum Annika Olsen nú tosar um, gevur tað ikki mær løn og tað gevur heldur ikki mær eftirløn, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at Almannaverkið tvíheldur framvegis um, at tað er ikki heimild til at seta hana í starv sum stuðul hjá Ólavi.
- Avvarðandi kunnu ikki vera stuðul, fyri tað um einstøk dømi eru um, at tann skipanin kanska er misbrúkt.
- Tað tykist sum um at hugsunnarhátturin hjá myndugleikanum er, at eftirsum skipanin er snýtt einstakar ferðir, snýta vit bara eisini øll hini, sum hava brúk fyri skipanini, sigur ørkymlaða mamman av Skála.

Ongin forðing
Malena Arnholdsdóttir dugir annars ikki at síggja nakað í lógini sum forðar fyri, at hon kann vera stuðul. Í forsorgarlógini stendur, bara, at Stuðulstænastan verður stovnsett at stuðla vaksnum heimabúgvandi frá 18 til og við 66 ár við serligum tørvi, sum eru rørslutarnað ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so at tey hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.
- Tað stendur einki í lógini um, hvør kann verða stuðul, sigur Malena Arnholdsdóttir.
Tvørtur ímóti stendur eisini í lógini, at Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvør kann brúka skipanina, og hvussu skipanin skal virka.
Her kann leggjast afturat, at í eini fundarfrásøgn frá fundi ímillum Javna og landsstýriskvinnuna í almannamálum hálvan januar, er landsstýriskvinnan endurgivin fyri at sita, at “sjálvandi skuldi tað verða møguligt hjá avvarðandi at verða stuðul, um tað er tann besta loysnin”.
- Hava hesi seinastu árini ikki prógvað, at tað er tann besta loysnin her? Hví kann eg ikki vera stuðul hjá Ólavi, spyr Malena Arnholdsdóttir í brævi til Anniku Olsen hálvan februar.
- Eg føli meg hildnan fyri spott, tí eg skilji als ikki hesar grundgevingarnar, og eg dugi heldur ikki at síggja, at tær eru góðar fyri nakran ella nakað, hvørki so ella so, sigur Malena Arnholdsdóttir.

LES EISINI: VÓNAR AT FINNA EINA LOYSN Í ÁR

Eg eri ørkymlað og føli meg hildnan fyri spott, sigur Malena Arnholdsdóttir. Í fimm ár hevur hon verið noydd at vera heima soni, Ólavi, sum er illa sjúkur, men hon fær ikki eitt oyra í samsýning