Maldivurnar fara undir innan 100 ár

Nývaldi forsetin á Maldivunum ætlar at keypa jørð aðrastaðni, so fólkið kann flyta hagar, áðrenn oyggjarnar fara í kav

Mohammed Nasheed, sum júst er valdur til forseta á Maldivunum, hevur stórar ætlanir, sum fáa ávirkan á hvørt mansbarn í landi hansara. Tær flestu oyggjarnar eru ikki meiri enn hálvan annan metur høgar, og forsetin stúrir fyri, at veðurlagsbroytingarnar fara at fáa havið at fløða so mikið, at landið fer undir innan 100 ár.

Ferðavinna er høvuðsinntøkukelda hjá Maldivunum, og forsetin ætlar nú at brúka pengarnar frá verðavinnuni til at keypa jørð aðrastaðni, so oyggjafólkið hevur eitt stað at búseta seg í, tá tey noyðast at rýma undan havinum.

-Vit fara at gera íløgur í jørð í India, Sri Lanka ella kanska í Avstralia, sum er egnað til búseting. Vit ætla at vera fyrivarin, tí vit vilja ikki enda sum flóttafólk onkunstaðni, sigur Mohammed Nasheed, forseti við CNN.

Maldivurnar vórðu sera meint raktar av teirri stóru flóðalduni í Landssynningsasia á jólum í 2004. 69 oyggjar fóru undir, og 30 aðrar fóru næstan undir. Tað hevur verið upp á tal at gera brygingar rundan um høvuðsstaðin Male, men tað verður ov dýrt.