Sunnukvøldið skuldi 40 ára gamli Paolo Maldini í øllum góðum takka fyri seg á San Siro leikvøllinum í Milano. Men tað gekk ikki heilt eftir ætlan, tí í einum umráði av áskoðaraplássunum fekk hann háð og spott frá Milan-fjepparum. »Takk, skiparin. Tú vart ein meistari á vøllinum, men tú virdi ikki tey, sum gjørdu teg ríkan,« stóð á einum stórum bannara.