Maldini í søgubøkurnar

Longu tá byrjunaruppstillingin hjá Milan varð kunngjørd, stóð greitt, at Paolo Maldini við dystinum fór at skriva seg í søgubøkurnar.Hetta var nevnliga 8. ferðin, at Maldini spældi finalu í europisku meistarakappingini. Slíkt bragd er bert framt eina ferð áður – tá Gento í 1966 spældi sína áttandu finalu fyri Real Madrid.

Í mun til Gento, so hevur Maldini tó “bert” vunnið stóra steypið fimm ferðir. Tað megnaði Gento seks ferðir.

Enn hevur Maldini tó møguleika at seta metið. Hann hevur júst longt sáttmálan við AC Milan, og tí er ikki púrasta óhugsandi, at hann hevur møguleikan at spæla sína níggjundu finalu um eitt ár.

Íalt hevur Maldini spælt 153 europiskar dystir fyri Milan. Í hesum hevur hann skotið trý mál.

 

Finalurnar hjá Maldini

1989 Milan-Steaua Bucharest 4-0

1990 Milan-Benfica 1-0

1993 Marseille-Milan 1-0

1994 Milan-Barcelona 4-0

1995 Ajax-Milan 1-0

2003 Juventus-Milan 2-3 (br.)

2005 Milan-Liverppol 5-6 (br.)

2007 Milan-Liverpool 2-1