Tað verður eitt AC Milan-lið við 38 ára gamla verjuskansanum á liðnum, sum 23. mai rennur á leikvøllin í Athen, har teir møta Liverpool í Champions League-finaluni. Paolo Maldini er nevniliga komin fyri seg eftir skaðan, sum m.a. helt hann uttanfyri í hálvfinaluni ímóti Manchester United.
Yrkisleiðin hjá sterka verjuleikaranum gongur á 23. ári, og hann hevur framvegis eitt ár eftir av sáttmálanum við AC Milan, felagið, har hann hevur leikt alt sítt lív.










