Tá hetta kappingarárið er av, setir italski Paolo Maldini gaggurnar á hillina. Maldini spældi sín fyrsta dyst fyri AC Milan sum bara 16 ára gamal, og nú – nærum 23 ár seinni – spælir hann framvegis fyri sama felag. Men alt fær ein enda, og eftir finalusigurin á Boca Juniors í kappingini um HM-heitið fyri feløg staðfesti Maldini, at nú er skjótt liðugt. – Í juni steðgi eg, og eg haldi meg ikki hava orsøk at angra nakað. Í løtuni er tað tó eitt stríð, tí eg havi nakað av pínu, men eg havi tað framvegis stuttligt á vøllinum, segði hann við italskar miðlar eftir finalusigurin sunnumorgunin.
LesarabrøvLesarabrøv










