Maldini er ivasamur

Mest royndi spælarin á liðnum hjá AC Milan er ivasamur til seinnu hálvfinaluna í Champions League mikukvøldið. AC Milan skal spæla á heimavølli ímóti Manchester United, og har skal liðið royna at vinna innaftur 3-2 leiðsluna hjá enska liðnum. Paolo Maldini noyddist at gevast undir fyrru hálvfinaluni í farnu viku, og hann er ivasamur til dystin mikudagin. Hinvegin er greitt, at Gattuso, sum eisini fekk skaða, verður klárur at spæla.