Samskiparin hjá Shetland Islands Council, Malcolm Bell, ið saman við m.ø. Gary Robinson, leiðararnum á Shetland Islands Council, hevur nógv gott at bera Føroyum.
Við Shetland News sigur Malcolm Bell, at samanborðið við Føroyar, er Hetland komið ógvuliga stuttan veg í menning av samfelagnum.
Malcolm Bell vísir m.a. á fartelefonsamband, breiðbandferð, flogvøllin og samferðsluviðurskiftini, ið eru komin nógv longur í Føroyum enn í Hetlandi. Hann sigur víðari, at hóast Føroyar eru meira isoleraðar enn Hetland, so hava Føroyar eitt størri sjálvræði og tað hevur givið okkum ein nógv betri møguleika at ganga okkara egnu vegir og menna samfelagið eftir okkara egnu fortreytum.
Hetland hoyrir til Bretland, men hevur ógvuliga avmarkað sjálvræði.
Malcolm Bell sigur við Shetland News, at tey fara at brúka ferðina til Føroya sum eitt dømi uppá hvat er møguligt hjá Hetlandi.
- Vit sóu hvat er møguligt, men samstundis vita vit eisini hvat vit ikki kunnu, tí vit heilt einfalt ikki hava sama frælsi at skipa okkara egnu viðurskiftir eins og Føroyar, sigur Malcolm Bell.