Amerikanskar kanningar benda á, at sjúkan malaria krevur munandi fleiri mannalív enn higartil hildið. Eftir teimum amerikonsku kanningunum doyðu eina millión of 240.000 fólk av malaria í 2010, og tað er tvær ferðir meiri, enn ST-heilsustovnurin WHO hevur mett.
Bæði børn og vaksin kunnu fáa malaria, men tey seinnu árini er talið á børnum, sum doyggja av sjúkuni, minkað. Í 2010 doyðu 78.000 børn í aldrinum fimm til fjúrtan ár av sjúkuni. Teir amerikonsku granskararnir siga, at smábørn í afrikonskum londum eru framvegis tey, sum eru í størsta vanda, men at støðugt fleiri eldri fáa sjúkuna.
Átøk í fleiri afrikonskum londum hava munað væl, og í Tanzania og Zambia minkaði talið á fólki, sum doyggja avmalaria, ein triðing frá 2004 til 2010. Granskararnir siga, at gongdin tey seinastu árini gevur týðiligar ábendingar um, at tað ber til at hava eftirlit við malaria-sjúkuni.