Malaria kann koma til Evropa

Veðurlagsbroytingarnar við veksandi hita í Evropa kunnu hava við sær, at tropiskar sjúkur so sum malaria kunnu koma norðureftir, siga granskarar.


Í summar vórðu fleiri fólk, sum vóru farin at svimja í Eystrasalti, smittað við kolera, og kolerabakteriur, sum vit vanliga seta í samband við heitari havleiðir, vórðu funnar við Bornholm og svensku oynna Gotland.

Nú siga bretskir granskarar, at tann veksandi hitin í Evropa kann hava við sær, at fleiri tropiskar sjúkur kunnu koma hendanvegin, og teir vilja hava myndugleikarnar at halda eitt vakið eyga við gongdini.

Paul Hunter, profrssari, hevur saman við øðrum granskarum skrivað eina frágreiðing um, hví vit kunnu vænta ávísar tropiskar sjúkur til Evropa og Norðuramerika. Sjálvur stúrir hann mest fyri malaria, sum á hvørjum ári krevur fleiri milliónir mannalív í Afrika, og hann heldur ikki, at heilsumyndugleikarnir leggja nóg stóran dent á tað, sum er í ferð við at henda.

-Vit hava longu fleiri tekin um, at ávísar sjúkur eru komnar til Evropa orsakað av veðurlagsbroytingunum, sigur Paul Hunter við BBC.

Kolerabakterian vibrio vilnificus, sum varð funnin í Danmark og Svøríki í summar, er ein av teimum bakteriunum, sum sambært granskarunum er komin norðureftir við hitanum. Bakterian veksur í heitari sjógvi so sum í Meksikoflógvanum, men er nú komin norður í Eystrasalt. Havbakterian er í ætt við ta vandamiklu kolerabakteriuna. Hon verður kortini ikki hildin at vera vandamikil fyri frísk fólk, men í summar kostaði hon einum 62 ára gomlum dana lívið.

Í Italia vórðu umleið 100 fólk løgd inn á sjúkrahús í summar, eftir at tey vóru komin í samband við ta tropisku alguna ostreopsis ovata, sum elvir til millum annað trupulleikar við andadráttinum og fepur. Paul Hunter ivast ikki í, at tann veksandi hitin hevur givið teirri tropisku alguni nýggjar vskstrarleiðir.

Paul Hunter sigur við BBC, at tað er ikki bara tann veksandi hitin um summarið, sum økir vanda fyri, at vit fáa tropiskar sjúkur norðureftir. Tað hevur minst líka nógvan týdning, at veturin á okkara leiðum er ikki so kaldur sum fyrr, sigur hann.