Malan venur AB

Argja Bóltfelag hevur longt sáttmálan við Maluna Mohr sum kvinnuvenjari hjá felagnum.

Tað skrivar heimasíðan hjá AB. Malan var eisini í fjør venjari hjá kvinnunum hjá AB, og tá endaði liðið sum nummar 4 av 6 liðum. Venjingin hjá AB-kvinnunum byrjar fyrst í februar.