Malan skal venja AB

Argja Bóltfelag hevur saman við Maluni Mohr Dahl skrivað sáttmála, sum ber við sær, at Malan næsta kappingarárið verður venjari hjá AB kvinnunum

AB VENJARI
 
Oftast hava tey á Argjum funnið lokala loysn, tá ið tey hava funnið fram til, hvør hevur skula havt ábyrgdina av venjingini hjá kvinnuliðnum. Soleiðis verður tað ikki í ár.
                      Í fyrrakvøldið boðaði AB frá á heimasíðu sínari, ab.fo, at felagið hevur gjørt samstarvsavtalu við Maluna Mohr Dahl. Hon skal hava ábyrgdina av AB kvinnunum í 2005.
                      Malan er kend av og við kvinnufótbóltin. Í síni tíð spældi hon bæði við HB og B36, og hon hevur eisini verið í nevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.
                      Malan hevur verið kvinnuvenjari hjá B36, HB og GÍ, og í fjør hevði hon ábyrgdina av samansetta liðnum B68/GÍ.
                      Besta úrslitið higartil sum venjari rakk Malan í 1999, og tað ber ikki til at røkka betri úrslitið, enn Malan tað árið rakk við HB, sum bæði varð meistari og vann steypakappingina.
Men úrslitini valdast eisini, hvussu fyritreytirnar hava verið og verða at røkka teimum. Í níti árunum vann AB fleiri ferðir meistaraheitið og steypakappingar í yngru deildunum. Tað kundi bent á, at felagið átti góða framtíð í kvinnufótbóltinum, men higartil hevur tað ikki hepnast at gera seg galdandi í toppinum. AB vann 2. deild í 2002, men síðani øll kvinnuliðini fóru at spæla í somu deild, hevur tað ikki eydnast teimum at enda ovast.