Malan Mikkelsen er sett sum deildarleiðari fyri matvørudeildina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hon er útbúgvin matvørukandidat frá DTU í 2007.
Malan Mikkelsen, ið starvast sum eftirlitsfólk á matvørudeildini, byrjar í deildarleiðarastarvinum beinanvegin.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini sett deildarleiðara fyri nýstovnaðu veterinerdeildina, og hetta starvið er fallið Áka Mannbjørn Mortensen í lut. Hann er útbúgvin djóralækni frá Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole í 1983.
Áki Mannbjørn Mortensen hevur starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í nøkur ár, og hann hevur eisini verið landsdjóralækni í nøkur ár.
Harumframt hevur hann starvast Í Danmark sum privatstarvandi djóralækni í fleiri ár.