Malan Marnersdóttir vart doktararitgerð

Fitt av fólki, harímillum fleiri føroysk lesandi, høvdu leitað sær inn í eitt nýbygt auditorium á lærda háskúlanum í Århus fríggjadagin, tá bókmentafrøðingurin og rektarin á Fróðskaparsetrinum Malan Marnersdóttir vardi føroysku doktararitgerð sína

 

Rúnar Reistrup, Århus


- Hatta var ein fruktagóð verja fyri mítt viðkomandi. Eg fekk nógvar góðar afturmeldingar og nógv góð hugskot til at arbeiða víðari við.

Soleiðis segði Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, eftir at hava sitið meira enn fýra tímar í brennideplinum og vart doktararitgerð sína á lærda háskúlanum í Århus fríggjadagin.

Ritgerðin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út sum bók 20. oktober í ár undir heitinum "Hvør av øðrum - samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í føroyskari skaldsøgu eftir 1970" er úrslit av átta ára langum arbeiði hjá nýklækta doktaranum.

- Fyrireikingararbeiðið byrjaði tá eg í 1992 fekk stuðul frá Humanistisk Forskningsfond. Tá ferðaist eg í nakrar mánaðir í millum annað í Danmarkar og Noregi, har eg gjørdi uppsøkjandi arbeiði og var til fyrilestrar, meðan eg so líðandi fann fram til, hvat eg skuldi leggja dent á í komandi ritgerðini.


Spríkir úr 8 skaldsøgum

Doktararitgerðin hjá Maluni Marnersdóttir tekur útgangsstøði í átta føroyskum skaldsøgum, ið hava tað til felags, at tær eru skrivaðar eftir 1970. Í ritgerðini verða gongdin og frásagnarviðurskiftini greinað, og harumframt verður hugt at tí, sum kallað verður millumtekstleiki í teimum átta skaldsøgunum. Hetta seinasta er ein kanning av, hvussu søgur og temu ganga aftur og so at siga "arvast" frá einum bókmentaverki til eitt annað

Malan valdi at skriva doktararitgerðina á føroyskum, hóast tað ikki vóru føroyingar, ið skuldu meta hana. Hetta er bert aðru ferð at ein doktararitgerð er skrivað á føroyskum máli.

- Men eg havi ikki hoyrt nakað um at tað hevur elvt til trupulleikar, at eg skrivaði ritgerðina á føroyskum. Fólk í eru køn í norrønum duga eisini at lesa føroyskt, sigur Malan Marnersdóttir.

Opponenternir við doktaraverjuna vóru Idar Stegane professari við lærda húskúlan í Bergen og Rolf Reitan lektari við lærda háskúlan í Århus, og teir var Malan Marnersdóttir væl nøgd við.

- Í einum so umfatandi verki sum einari doktararitgerð, so eru tað altíð okkurt, sum man er farin lættari um enn man kanska burdi, men hinvegin ber tað jú ikki til at ganga allar vegir ísenn. Teir høvdu fleiri góðar viðmerkingar um hvussu hetta og hatta kundi verið gjørt øðrvísi, og eg haldi meg hava fingið nógv burturúr, segði Malan Marnersdóttir eftir at hava vart ritgerðina.


Hvat nú

Eftir at sjálv ritgerðin bleiv liðug fyrr í ár, hevur bókmentafrøðingurin brúkt tíðina til at fyrireika seg til at verja hana. Fyrireikingin hevur millum annað verið at kaga enn einaferð í tær átta skaldsøgurnar og uppfríska teoretiska kunnleikan. Fríggjadagin klokkan hálvgum seks var so alt knapliga liðugt.

- Tað kennist løgið, men tann stóra reaktiónin er ikki komin enn haldi eg. Hon kemur helst ikki fyrr enn eg fari til Føroya aftur, segði Malan Marnersdóttir, sum valdi at vera verandi í Århus í nakrar dagar og taka sær av løttum eftir at hava vart ritgerðina.

- Eg havi hoyrt at tann kenslan sum man fær tá arbeiðið nú knappliga er liðugt kann samanberast við at detta niður í eitt stórt svart hol, so nú fáa vit at síggja um tað eisini fer at henda fyri meg.

Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya fer tó ikki heim til ein tóman kalendara, tí hon hevur longu aðrar verkætlanir í gongd. Millum annað arbeiðir hon saman við øðrum fram ímóti at gera eina samlaða føroyska bókmentasøgu.