Tað var í desember mánað, at Malan Patursson og maður hennara, Petur á Dul Patursson, fingu tilboð um at taka yvir garðin hjá foreldrunum í Koltri. Síðan í 1994 hava Bjørn og Lükka Patursson búleikast í Koltri, har tey hava rikið Koltursgarð.
Malan og Petur hava saman við børnunum nýtt nógva tíð í Kolturi, og hava tískil eina hóming hvat tey koma til. Men tey ásanna somuleiðis, at eitt er at hjálpa til, og at tað er nakað heilt annað er at reka garðin sjálvur. Tey eru í løtuni í ferð við at pakka, og royna at fáa ymsu viðurskiftini upp á pláss áðrenn flytingina. Dreingirnir, ið eru átta og níggju ára gamlir, skulu hava skúlaundirvísing, og avtala er fyribils gjørd um at teir aðru hvørja viku skulu í skúla á Velbastað, og aðru hvørja viku fáa heimaundirvísing.
- Vit fara út fyri at royna tað. Vit hava verið nógv í Koltri, men nú verður tað nakað øðrvísi við tað, at Koltursgarður nú verður okkara arbeiði, í staðin fyri okkara frístað, sigur Malan Patursson.
Hon tók her fyri prógv sum heilsurøktari, og maðurin hevur higartil starvast sum el-innleggjari. Frammanundan hevur Malan Patursson útbúgving innan landbúnað, sum er eitt krav fyri at festa.
Jørðin í Koltri er øll landsjørð og Koltur er eitt festi við 17 mørkum í jørð. Við í festinum fylgja 160 áseyðir og umleið 30 skotsk fjallaneyt. Oksarnir verða aldir upp eftir altjóða vistfrøðiliga góðkendum reglum, og kjøtið verður selt til privat og vinnurekandi kring landið. Harafturat fær Koltur fíggjarligan stuðul frá landinum til at menna ferðavinnuna í Koltri.
- Vit ætla at reka garðin í sama spori sum foreldrini hjá mær.
Hendan festingin er heldur øðrvísi enn tá eitt náttúrligt ættarliðsskifti fer fram. Tá er vanligt at bæði ættarliðini arbeiða saman eitt skifti, áðrenn eldra ættarliðið flytir. Malan og Petur Patursson koma tó til manntóman garð, tí fyrrverandi bóndin er longu farin í annað starv.
Øll nútímans tøkni er í Koltri, og tyrlusamband er hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag. Í mai mánaði fer lítla familjan at telja fimm limir, tí tá er Malan sett at eiga teirra triðja barn. Hesin nýføðingurin verður sostatt fyrsta barn, ið er føtt í oynni í fleiri enn 20 ár.