Malala heiðrað

Myndugleikarnir í Pakistan hava gjørt av at nevna dagin í dag eftir gentuni Malala Yousufzai, sum varð illa særd, tá Taliban royndi at beina fyri henni fyri einum mánað síðani. Í sambandi við dagin hava myndugleikarnir valt at lata trimum milliónum fátækum børnum og familjum teirra fíggjarligan styrk, um foreldrini vilja lata børnini sleppa at ganga í skúla.

Tað eru Heimsbankin og Bretland, sum fíggja stuðulsskipanina.

-Dreymurin hjá Malala um at útvega pakistonskum gentum skúlagongd umboðar tað besta við Pakistan, segði fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Gordon Brown, sum var hjástaddur, tá avtalan um stuðulin varð undirskrivað.

Malala Yousufzai er á einum sjúkrahúsi í Birmingham í Onglandi.