Malala flytast til Bretlands

Tann 14 ára gamla pakistanska gentan Malala Yousafzai, sum slapp livandi frá einari drápsroynd hjá Taliban, verður í dag flutt við einum serbygdum sjúkraflogfari til Bretlands til viðgerðar.

Síðani álopið hevur Malala ligið á einum hernaðarsjúkrahúsi í pakistanska býnum Rawalpindi. Talsmaðurin hjá hervaldinum, Asim Saleem Bajwa, segði í gjár, at gentan hevur víst sjónlig framstig teir seinastu dagarnar, og í gjár var hon vorðin so fræg, at læknarnir mettu tað ráðiligt at flyta hana til Bretlands.

Allur heimurin hevur fordømt royndina hjá Taliban at beina fyri Malala Yousafzai, og pakistanskir myndugleikar hava lovað 100.000 dollarar í finningarløn, um álopsmenninir verða avdúkaðir.