Malala farin á føtur

Pakistanska gentan Malala Yousafzai, sum varð illa særd av skotum í síðstu viku, er nú komin so mikið fyri seg, at hon orkar at fara á føtur og at skriva. Tað siga læknarnir á Queen Elizabeth-sjúkrahúsinum í enska býnum Birmingham, har hagar Malala varð flutt fyri nøkrum døgum síðani.

Læknin Dave Rogers segði við fjølmiðlarnar í dag, at Malala fær ikki tosað enn, tí læknarnir máttu seta hol á barkan, so hon kann anda. Læknin ivast tó ikki í, at gentan fer at tosa, tá luftslangan verður tikin úr barkaholinum um nakrar dagar. Dave Rogers legði afturat, at kanningar hava víst, at ein partur av heilavevnaðinum hevur fingið skaða, men at tað ber ikki til at siga enn, hvørja ávirkan tað kann fáa.

Malala Yousafzai varð illa særd, tá menn hjá Taliban royndu at beina fyri henni í Swat-dalinum í Pakistan. Hon bleiv flutt á Queen Elizabeth-sjúkrahúsið, tí læknarnir har hava drúgvar royndir við at hjálpa bretskum hermonnum, sum eru vorðnir særdir í Irak ella Afghanistan.