Pakistanska gentan, Malala Yousafza, sum bleiv skotin í høvdið, eftir at hon á einum bloggi hevði funnist at Taliban, hevur fingið eitt tilboð upp á yvir 20 milliónir krónur, afturfyri at hon fortelur søgu sína og letur hana geva út í bók.
15 ára gamla gentan váttar, at hon hevur tikið av tilboðnum frá bretska forlagnum, Weidenfeld & Nicolson, og hon fortelur somuleiðis, at bókin stutt og greitt skal eita Eg eri Malala.
Søgan um ta ungu og djørvu gentuna, sum bleiv skotin í høvdið, tí hon ótroyttiliga hevur stríðst fyri, at pakistanskar gentur skulu fáa rætt til at ganga í skúla, skelkaði síðsta heyst allan heimin.
Malala Yousafza var fyrst innløgd á sjúkrahúsi í Pakistan, men varð seinni flutt til Onglands, har hon hevur fingið viðgerð á einum sjúkrahúsi í Birmingam.
Hon telist millum teirra, ið eru innstillað til Nobel-friðarheiðurslønina í ár, og endar hon við at fáa heiðurslønina, verður hon yngsti móttakarin av henni nakrantíð.










