Mál um samfaðir kemur nú í Fólkatingið

50.000 fólk stuðla uppskoti, sum nú skal viðgerast av donskum politikarum

Eftir tveimum døgum hevur borgarauppskot í Danmark um at viðurkenna samfaðirskap fingið yvir 50.000 stuðlandi undirskriftir.

 

Harvið verður málið sent Fólkatinginum, og har er skipanin soleiðis, at politikarar nú skulu viðgera, um uppskotið skal leggjast fyri tingið viðgerðar.

 

Hetta skrivar Ritzau.

 

Uppskotið mælir til, at frameftir kunnu tveir mans fáa somu løgfrøðiligu rættindi sum tvær kvinnur ella hinskynd, sum eiga børn.

 

Í løtuni kunnu tvær kvinnur ella ein kvinna og ein maður hava felagsforeldramyndugleika yvir einum barni í Danmark. Uppskotið skýtur upp, at eisini tveir mans fáa hesi rættindi.

 

Í Føroyum er málið um sammøður júst samtykt í løgtinginum.