Mál nummar 500 fyri Noreg

(Kykmynd) Síggj løtuna, tá Bjarte Myrhol skeyt mál nummar 500 fyri norska hondbóltslandsliðið

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina heilt serliga løtu í einum serligum dysti, tá Noreg vann 29-24 á verandi evropa, heims og olympisku meistarunum, Fraklandi, og vann seg í EM hálvfinaluna, har teir fríggjadagin møta Týsklandi.

 

Í brotinum, sum víst verður sæst løtan, tá norski veteranurin, Bjarte Myrhol skýtur sítt mál nummar 500 fyri norska hondbóltslandsliðið.

 

Bjarte Myrhol spælir fyri Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini.