Maktstríð millum landsverkfrøðingin og Vinnumálastýrið

Skjøl vísa, at aftan fyri uppsøgnina av Henning Jacobsen landsverkfrøðingini, valdaði eitt stríð um umsitingarligt territorium, ið byrjaði longu í 1997

Skjøl vísa, at tað var tá Vinnumálastýrið fór at virka undir nýggju stýrisskipanarlógini, at togtogan um umsitingarligt territorium byrjaði at vinda upp á seg. Í hesum føri vóru stríðandi partarnir Vinnumálastýrið og LV.

Hesi skjøl eru nú kunngjørd í frágreiðingini frá deildarleiðarunum hjá LV.

Í mai mánað í 1997 skrivar Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur, til Arna Poulsen, vinnumálastjóra, at hann heldur tað vera "hvørki sømiligt ella rationelt soleiðis eina ferð um árið, tá ið fíggjarætlan verður løgd, at flyta umsitingina av einum oljutanga nú og einum bygnini tá, alt eftir, hvat onkur kemur í tankar um." Landsverkfrøðingurin sipar eitt nú til oljugoymslurna í Søldarfirði.

Arne Poulsen vísir í svarskrivi sínum 17. juni 1997 til broytingarnar "bæði stýrisskipanarliga og umsitingarliga síðstu tvey árini". Vinnumálastjórin skýtur upp, at "At Vinnumálastýrið og Landsverkfrøðingurin í felag nærri definera uppgávurnar hjá Landsverkfrøðinginum".

Hesum er Henning Jacobsen við upp á. "Roknað verður við, at tygum kalla inn til fyrsta fundin", svarar landsverkfrøðingurin í skrivi 18. juni.

Ongi skjøl fyriliggja í frágreiðingini frá deildarleiðarunum á LV, um hesin fyrsti fundur nakrantíð varð hildin.

Stóri kollveltingarligi dagurin tykist tó at vera 25. mars 1997. Tá kunngjørdu Edmund Joensen, løgmaður og Arne Poulsen, vinnumálastjóri nýtt uppskot um reglugerð fyri Landsverkfrøðingin.

Í hesum stóð: "Vinnumálastýrið ásetur tær reglur, sum til eina og hvørja tíð skulu galda fyri stovnin (LV)". Í skrivi dagfest 20. apríl 1998 sigur Henning Jacobsen, at verður hetta tilfeldið "so kann alt gera tað sama, tí eftir hesum kann vinnumálastýrið til eina og hvørja tíð gera, sum tí lystir uttan at spyrja seg fyri ? hvørki hjá landsstýrismanni og/ella hjá stovnsleiðara."

Tveir dagar seinni ? 22. apríl 98 ? var reglugerð fyri landsverkfrøðingin undirskrivað av løgmanni Edmund Joensen og vinnumálastjóranum Arna Poulsen ? óbroytt.'

Átta mánaðar seinni var Henning Jacobsen koyrdur úr starvi.