Maktkampur

Oddagrein:

Tað er ikki óvanligt, at eisini samgongupolitikarar høggast í sambandi við eina fíggjarlógarviðgerð. Fíggjarlógin er jú sjálv lívæðrin og hjartapumpan, sum rekur almennu Føroyar. Og fíggjarlógirnar broytast alt eftir, hvussu búskaparliga støðan er í samfelagnum. Eitt hall, sum nærkast einari milliard, vil sjálvsagt altíð skapa brotasjógvar.

Henda fíggjarlógarviðgerðin er einki undantak í so máta. Fíggjarmálaráðharrin, sum eisini er formaður Javnaðarfloksins, hevur sett síni avgjørdu fingramerki á uppskotið við at raðfesta sokallaðu bleytu virðini høgt og afturfyri útseta kostnaðarmiklar tunnilsverkætlanir.

Tað er greitt, at hetta skapar trupulleikar bæði í egnum flokki og serstakliga í hinum samgonguflokkinum, Fólkaflokkinum, tí enn sterki maðurin har, Anfinnur Kallsberg hevur sett nýggjan tunnil í Norðoyggjum fremst á sín ynskilista fyri ikki at siga kravlista.

Tað kunnu helst vera nógvar tulkingar av hesi “krígsstøðu”, sum hevur tikið seg upp millum tveir av sterku monnunum í føroyskum politikki, og ein er so tann, at Eidesgaard longu hevur sett Kallsberg í skákmát. Við at tryggja sær undirtøku í landsstýrinum og millum fíggjarnevndarlimir hevur Eidesgaard longu útvegað sær besta trumfkortið, tá telvast skal av álvara um fíggjarlógaruppskotið á heimabeitinum hjá Kallsberg, nevniliga tí so maktfullu fíggjarnevndini.

Tað eru tey, sum tosa um samgonguslit og nýval og siga, at formaður Javnaðarfloksins við síni avgjørdu støðu í veruleikanum hevur lagt upp til eitt komandi valstríð. Vit duga illa at ímynda okkum, at meiriluti er í Fólkaflokkinum fyri at seta sína luttøku í samgonguni uppá spæl fyri eitt berghol í Norðoyggjum. Sum málið sær út í løtuni hevur Kallsberg neyvan nakað annað val enn at leggja kongin á hesum sinni, men stóri spurningurin er so, um henda eyðmýking fer at hava aðrar óhepnar avleiðingar við sær í framtíðini fyri samgongustevið! Kann tað eisini hugsast, at tað eru so sterkar kreftir í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum vilja sleppa av við Fólkaflokkin, m.a. orsakað av ikki nøktandi fiskivinnupolitikkinum, at vit fara at síggja eitt slit í hesum árinum, og at hurðarnar verða latnar upp fyri Tjóðveldi! Einki er vist í politikki. Tað, sum varð óhugsandi í gjár, ber væl til í morgin.

Vit gita, at Fólkaflokkurin ongan hug hevur til at geva umrøddu kreftum henda møguleikan, og tí heldur velur at halda seg kúrran, tá fíggjarlógin kemur til endaliga viðgerð. Tað vildi eisini verið ein fallitstøða fyri ABC flokkarnar, um teir longu eftir eitt ár skulu fara út til Føroya fólk og biðja tey velja av nýggjum. “Maktkampur” var yvirskriftin her í blaðnum í gjár. Helst er hetta rætta myndin av aktuellu støðuni. Og hesaferð tykist vinnarin at gerast formaður Javnaðarfloksins, sum so sanniliga eisini hevur brúk fyri hesi profilering skal honum og flokkinum verða lív lagað. Men tað kemur aftur ein dagur, og vitandi, at Kallsberg er bæði klókur og snúðin, so verður hetta neyvan seinasta orðið frá hansara síðu. Hann er framvegis formaður í maktfullu fíggjarnevndini.