Ein demokratisk sjálvstýristilgongd mennist ikki, um nøkur fá ótarnað sleppa at snikka veruleikan til soleiðis, at hann passar til eitt frammanundan givið avmarkandi úrslit.
Summi fólk makta ikki eina demokratiska gongd, ið ikki arbeiðir fram ímóti einum ávísum úrsliti, men er ein proses. Hesi gerast ofta fundamentalistisk í síni fatan av politikki og politiskum møguleikum. Tey liva í teirra einfaldu verð við teirra einsporðaða boðskapi, ið fyrigyklar fólki, at tey umboða avgjørda og fullkomna reinleikan og sannleikan.
Úti í heimi uppliva vit, at menniskju gerast fundamentalistisk av armóð og fátækradømi, meðan vit herheima uppliva, at fólk gerast fundamentalistisk av materiellari yvirflóð. Tað er hugvekjandi, at teirra eldhugur ikki eisini røkkur til at stríðast fyri betri korum, møguleikum og suverenitetinum hjá tí einstaka.
Hvørja ferð heimligu fundamentalistarnir rena seg ímóti, tá veruleikin ikki svarar til teirra fatan av honum, hála teir nýggjar sjálvuppfunnar trupulleikar og tilhoyrandi konfrontatiónir inn á politiska stríðsvøllin. Tað seinasta er, at vit eru í vanda fyri at missa okkara sjálvsavgerðarætt sum tjóð, tí at hesin, sambært teir, bert kann nýtast einaferð. Hetta er tað reina tvætl. Sjálvsavgerðarættur er fyrst og fremst ein spurningur um sjálvfatan.
Sjálvsavgerðarætturin er ómissandi so longi føroya fólk og Føroyar eru til, óansæð hvat vit nýta hann til, í hvørjum samhangi vit nýta hann og hvussu ofta.
Á fólkatingsvalinum hava vit møguleikan at seta bæði sjálvstýris-, fólkafloks- og tjóðveldisfundamentalistunum stólin fyri hurðina. Dragna vit í síðsta enda, so er í øllum føri mín fatan tann, at tað er ivasamt um vit makta demokratiið.