Guernsey: Føroyska manslandsliðið leikti sín seinasta dyst í bólkaspælinum mikumorgunin. Hesin var móti Jersey, sum enn átti fyrsta sigurin til góðar, og hann komu teir so ongan tíð í nær námind av móti føroyska liðnum.
Uttan at teir á nakran hátt spældu seg út, vundu teir upp á góðan tíma burtur úr Jersey búgvunum, og tó at fleiri av stuðulsleikarunum aftur hesa ferð sluppu at hvíla seg eitt sindur, kom føroyski sigurin ongan tíð í vanda.
Sostatt er nú klárt til hálvfinaluna, har mótstøðuliðið verður Bermuda. Teir eru spildur nýggir í Oyl-høpi, og tí eru teir meira ella minni ókendi faktorurin.
Føroyska liðið hevði tó høvi at hyggja at Bermuda, tá teir leiktu móti Gotlandi týsdagin. Hetta var frídagur hjá okkara monnum, og tí fingu teir frítt val, um teir vildu nýta dagin til venjing, ella fara tíðliga upp og hyggja at komandi mótstøðuliðnum.
Meldingarnar um Bermuda vóru nakað blandaðar, men semja var tó um, at teir høvdu eitt rættiliga spennandi lið.
- Teir eru tekniskt góðir, og duga at spæla, men taktiskt eru teir ikki so sterkir, so vit eiga at kunna lesa teir av hampuliga tíðliga í dystinum, var tað onkur sum segði.
Tað kundi so bent tann vegin, at leikararnir hálvgum eru farnir at hugsa um eina finalu móti antin Saaremaa ella Álandi. Áðrenn farið verður somikið langt, skal dysturin móti Bermuda tó spælast, og so er bara at vóna, at tann uppgávan í løtuni er hon, sum fyllir mest.