Ómaksgjald í sparikassanum

Suðuroyar Sparikassi fer nú at taka ómaksgjøld fyri flytingar og tænastur hjá kundunum.

- Frá 20. august í ár fer Suðuroyar Sparikassi undir at taka ómaksgjøld fyri
flytingar og tænastur, skrivar sparikassin á heimasíðu síni.
Meginreglan í nýggja kostnaðarpolitikkinum hjá Suðuroyar Sparikassa er, at meiri sjálvsavgreiðsla merkir minni kostnað.
Innføringin av ómaksgjøldum merkir, at kundin rindar fyri tær tænastur, sum
hann nýtir, og ikki sum í dag, har allir kundar rinda fyri
tænasturnar hjá hvørjum øðrum.
- Avgerðin um at innføra ómaksgjøld er liður í dagliga arbeiðinum við at
effektivisera og menna Suðuroyar Sparikassa, verður sagt.