Ómaksgjøld fyri tollgreiðslu

Tíðindaskriv

Pf. Postverk Føroya hevur í nógv ár við heimild í kunngerð fingið gjald frá Toll og Skatt fyri at fyrireika postsendingar til tolling. Fíggjarmálaráðið hevur nú strikað gjaldið til postverkið.
 
Kundin skal tí í framtíðini sjálvur rinda fyri hetta arbeiðið, og fer Pf. Postverk Føroya frá mánadegnum 26. februar 2007 at krevja inn hesi ómaksgjøld:
 
Vanlig tollgreiðsla:                                                                                               36,00 kr. + MVG
Eykagjald um fylgiskjøl vanta ella eru ófullfíggjað:                                                 24,00 kr. + MVG
 
Gjøldini, sum eru eins fyri pakkar og brøv, verða útgreinað á tollrokningini saman við tollupphæddini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$