Hóast strandalondini eru samd um heildarveiðina av makreli, kunnu tey ikki semjast um býtið av kvotuni. Tí stúra fiskifrøðingar fyri, at makrelurin aftur í 2022 verður eitt sjálvtøkuborð.

Makrelurin aftur sjálvtøkuborð í 2022

- Øll vita, at hetta ikki er burðardygt, og at hetta ikki fer at ganga í longdini. Tað fer at enda galið, sigur Jan Arge Jacobsen, limur í vísindaligu nevndini hjá ICES.

 

Hóast strandalondini eru samd um heildarveiðina av makreli, kunnu tey ikki semjast um býtið av kvotuni. Tí stúra fiskifrøðingar fyri, at makrelurin aftur í 2022 verður eitt sjálvtøkuborð.

Síðan 2015 hevur samlaða veiðan eftir teimum trimum uppsjóvarfiskasløgunum, makreli, sild og svartkjafti, verið langt oman fyri tað, sum mett verður at vera ráðiligt at fiska.

 

Veiðan eftir hesum fiskasløgum hevur nevniliga verið 4,8 miljónir tons størri, enn mett verður burðardygt.

 

Bara í ár er kvotan av makreli, sum londini hava ásett sær sjálvum, heili 40 prosent hægri enn tað, sum altjóða havgranskingarstovnurin, ICES, mælir til. 

 

- Í endanum av oktober í ár samdust strandalondini, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg, Stórabretland og ES, um at fylgja altjóða ráðgevingini hjá ICES. Ráðið mælir til, at mesta veiða eftir makreli í 2022 verður 794.920 tons. Men, londini kunnu ikki semjast um býtið av kvotuni. 

 

Sermitsiaq, sum hevur skift orð við føroyska fiskifrøðingin, Jan Arge Jacobsen, sum er limur í vísindaligu nevndini hjá ICES, væntar, at makrelurin aftur í 2022 verður eitt sjálvtøkuborð, har londini hvør í sínum lagi fara at áseta sínar egnu kvotur. 

 

- Vit kunnu tískil vænta, at londini fara at gera tað sama í 2022, sum tey gjørdu í ár, og tá kunnu vit rokna við, at veiðan eftir makreli aftur næsta ár verður eini 40 prosent størri, enn tilráðingarnar siga.

 

Jan Arge Jacobsen sigur við Sermitsiaq, at øll vita, at hetta ikki er burðardygt, og at hetta ikki fer at ganga í longdini. - Tað fer at enda galið, sigur føroyski fiskifrøðingurin, sum er limur í vísindaligu nevndini hjá ICES.

 

 

 

Hóast strandalondini eru samd um heildarveiðina av makreli, kunnu tey ikki semjast um býtið av kvotuni. Tí stúra fiskifrøðingar fyri, at makrelurin aftur í 2022 verður eitt sjálvtøkuborð.