Makrelurin í íslendskan sjógv

Íslendingar fyrireika seg nú til at taka ímóti makrelinum, sum er á veg ímóti íslendska markinum. Kanningar, sum íslendingar, norðmenn og føroyingar hava gjørt í felag, vísa, at væl av makreli er á leiðini millum Føroyar og Ísland, og at tað er bara ein spurningur um dagar, til hann fer inn um íslendska markið, skrivar Vísir.

Íslendingar hava tillutað sær sjálvum 155.000 tons av makreli í ár, og sambært Vísi hava meiri enn 140 fiskifør av ymsum slagi og ymsari stødd fingið loyvi at veiða burtur av kvotuni.